Avlopið á 15,2 mió kr. er tríggjar ferðir størri enn úrslitið fyri 2004. Rentingin av eginpeninginum er áðrenn skatt 64,2 prosent. Samlaði eginpeningurin er nú 29,8 mió kr.
Betraða úrslitið stavar serliga frá einum øktum umsetningi. Talan var nærum um eina tvífaldan av umsetninginum í fjør, sum eisini var eitt sera hendingaríkt ár fyri felagið.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at talan er um økt virksemi á øllum økjum.
»Handil og ráðgeving við virðisbrøvum hevur verið fyri stórari menning, og innan vinnutænastur hevur Kaupthing luttikið í størri vinnulívsfíggingum og í størri ráðgevingaruppgávum í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum í Føroyum og uttanlands.
Føroyski fíggjarmarknaðurin er fyri stórum broytingum. Greiðar ábendingar eru um, at áhugin fyri virðisbrøvum bara økist, eins og keyp og søla av óskrásettum føroyskum fyritøkum er í stórum vøkstri. Hetta kemur virkseminum hjá Kaupthing til góðar«, verður millum annað sagt.
Víst verður annars á ætlaðu fríhandilsavtaluna millum Føroyar og Ísland og teir møguleikar, sum hendan ber við sær fyri Kaupthing. Tá avtalan kemur í gildi, verður virksemið hjá Kaupthing umskipað til eisini at fevna um bankavirksemi. Fyrireikingarnar til hetta hava verið í gongd í eina tíð, og í februar mánaði flytir virksemið hjá felagnum í nýggj høli í Bókbindaragøtu í Havn.










