Jákup Mikkelsen tóktist nakað hugtungur, tá dysturin móti NSÍ varð blástur av. Hjá Jákupi sjálvum var dysturin endaður nakað áðrenn, tá hann fekk ostaskorpuna frá dómaranum í dystinum Eiler Rasmussen.
Reyða kortið var tað fyrsta, sum Jákup hevur fingið øll tey árini, sum hann hevur spælt fótbólt, men hóast irriteraður um hetta, so ásannaði Jákup, at kortið var í lagi.
Eg veit ikki, um Christian Høgni slær meg. Men hann kemur við fullari ferð, og eg fái ein stoyt í høvdið. Og so reageraði eg tíverri soleiðis, sum eg geri.
Og hvussu var at síggja seinasta partin av dystinum?
Eg fór beint undir brúsuna, so tað vóru bert teir seinastu 8-9 minuttirnir, sum eg sá. Og tað var sjálvandi einki hugaligt heldur ikki hóast teir tíggju, sum vóru eftir hjá okkum, vóru ótrúliga raskir, staðfestir Jákup
Reyða kortið ber við sær, at Jákup ikki fær verið við, tá B36 hósdagin spælir fjórðingsfinalu í steypakappingini móti B68.










