CNN: Yvirlivdi 16 tímar í luftrúmi í koppaðum seglbáti

Kavarar, sum komu til koppaða bátin, royndu at finna út av, um nakar var í bátinum. Tá teir bankaðu í skrokkin, gjørdust teir ovfarnir, tá onkur bankaði innanfyri.

Ein 62 ára gamal maður, sum koppaði í einum seglbáti, yvirlivdi í heilar 16 tímar í einum luftrúmi í skrokkinum. Maðurin, sum ikki er navngivin, varð hósdagin bjargaður av sponsku bjargingartænastuni.

 

CNN veit frá sponsku bjargingartænastuni at siga, at maðurin í seglbátinum yvirlivdi tað, sum er á markinum til tað ómøguliga. 

 

Um morgunin fór hin 62 ára gamli við seglbátinum úr Lissabon í Portugál, og klokkan 20.23 lokala tíð sama kvøld fekk bjargingartænastan eitt neyðarkall. Tá var báturin staddur út fyri sponsku strondina.

 

Tá bjargingartænastan kom á staðið, haðani neyðarkallið var komið, lá seglbáturin við botninum uppeftir. Við í bjargingararbeiðnum vóru eisini fimm kavarar og ein bjargingartyrla.

 

Kavararnir, sum komu til bátin, royndu at finna út av, um nakar var í koppaða bátinum. Teir bankaðu í skrokkin, og púrasta óvæntað bankaði onkur eisini innanfyri.

 

##med2##

 

Veðurvánirnar í økinum vóru einki serligar hesa løtu, og tískil tordu kavararnir ikki beinanvegin at fara undir eina bjarging. Í staðin settu teir boyur á bátin fyri at halda honum flótandi.

 

Seinni fóru tveir kavarar niður til mannin, sum sambært CNN var í yvirlivilsisdrakt og stóð í sjógvi upp undir knøini. 

 

Sambært bjargingartænastuni leyp maðurin nú sjálvur út í sjógvin og svam við egnari hjálp upp til vatnskorpuna. Síðan varð hann tikin upp í tyrluna og fluttur á sjúkrahús til kanningar.

 

CNN veit at siga, at eftir lutfalsliga stuttari tíð á sjúkrahúsinum varð maðurin útskrivaður - uttan nakrar heilsuligar trupulleikar.