Ítróttasamband Føroya skipaði í kvøld fyri árliga ítróttafagnaðinum, sum hevur til endamáls at heiðra ítróttafólk, sjálvboðin hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir, sum virka í føroyska ítróttaheiminum innan ítróttafeløg og sambond.
Ítróttafagnaðurin var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir øll tey heiðraðu umframt myndir frá tiltakinum.
Ítróttanavnið: Sverri Sandberg Nielsen, rógving
Ítróttastjørnuskotið: Samuel Johansen Chukwudi, fótbóltur
Ítróttafelagsskapurin: Hondbóltssamband Føroya
Ítróttaátakið: Faroe Islands Handball Cup
Ítróttafyrimyndin: Guðrið K. Augustinussen, hondbóltur
Heiðursskjal Poul E. Petersen: Johanna Troest
##ms##