Yvirlit: Kreppan millum Katalonia og Spania

Spanska senatið hevur fyrireikað seg til at stjórna sjálvstýrandi landspartinum Katalonia úr Madrid

Spania er í kreppu eftir grundlógarósemjuna um fólkaatkvøðu um sjálvstøðugt Katalonia.

 

Spanska senatið gjørdi seg í gjár til reiðar at stjórna sjálvstýrandi landslutinum Katalonia úr Madrid við at samtykkja grein 155 í sponsku grundlógini.

 

Her fært tú eitt yvirlit yvir kreppuna:

 

* 1. oktober:

Fólkaatkvøða er um loysing. Atkvøðureiðslan er frammanundan lýst at vera í stríð við grundlógina.

 

Á sjálvum valdegnum er ófriður, umleið 900 fólk fáa skaða sambært katalonsku myndugleikum í bardøgum við løgregluna. Ósemja er um talið.

 

Valluttøkan endar á 43. Av teimum taka 90 prosent undir við sjálvstýri.

 

* 3. oktober:

 

Fakfeløg lýsa aðalfverkfall í Barcelona. Út við 700.000 fólk mótmæla í katalonska høvuðsstaðnum.

 

Spanski kongurin Felipe ákærir í eini sjónvarpsrøðu politiska leiðaran í Katalona fyri at hótta sponsku javnvágina.

 

Carles Puigdemont sigur, at hann er til reiðar at lýsa katalonskt sjálvstýri innan fáar dagar.

 

* 4. oktober:

Katalonska tjóðartingið kallar til fundar 9. oktober fyri at tosa um næsta stig í tilgongdini móti sjálvstýri.

 

* 5. oktober:

Spanski grundlógardómstólurin lýsir fundin í kataonska tjóðartinginum at vera ógyldugan. Ætlanir vóru um, at fundurin skuldi brúkast til at lýsa sjálvstýri.

 

Fleiri virki siga, at tey vilja flyta úr Katalonia ella umhugsa tað.

 

* 10. oktober:

Puigdemont biður tjóðartingið um loyvi at lýsa sjálvstýri. Forsetin sigur samstundis, at brúk er fyri samskifti um royndirnar hjá Katalona at gerast ein sjálvstøðugur statur.

 

Hann spyr tí tjóðartingið um at seta úr gildi eina vallóg. Hon sigur, at tjóðartingið skal lýsa Katalona sjálvstøðugt í seinasta lagi 48 tímar eftir, at stjórnin hevur víst á meiriluta fyri sjálvstýri.

 

Konservativa spanska stjórnin ger semju við sosialistisku andstøðuna um at halda val í Katalonia í janar. Tað er gjørligt, um grein 155 verður nýtt.

 

21. oktober:

Carles Puigdemont siugr í eini sjónvarpsrøðu, at »álopið« frá Madrid er tað ringasta síðani Franco.

 

* 27. oktober:

Spanska senatið fær heimild til at stjórna Katalonia úr Madrid. Við atkvøðugreiðslu í senatinum verður grein 155 í sponsku grundlógini nýtt.

 

Seinni í gjár koyrir Mariano Rajoy landspartastjórnina í Katalonia frá og boðar frá, at val verður í Katalonia 21. desember.

 

Rajoy sigur, at »tað er týdningarmikið at lurta eftir katalanska fólkinum – øllum teirra – so tey kunnu gera av framtíð sína«.

 

Keldur: AFP, Reuters, dpa og BBC.

 

/ritzau/