Yvirlit: Heiðursmerkir til føroyingar á DM

Her er eitt yvirlit av heiðursmerkjum hjá føroyinginum til DM í stuttgeil

Seinastu dagarnar hava Óli Mortensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen luttikið á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017. Óli Mortensen svimur undir føroyskum flaggi, meðan Magnus Jákupsson og Frans Johannesen svimja fyri Danmark.

 

Tilsamans vunnu teir fimm gullheiðursmerkir og tvey úr silvuri, umframt at Magnus Jákupsson og Frans Johannesen kvalifiseraðu seg sum danir til EM á stuttgeil 2017, skrivar svimjing.com. Magnus Jákupsson í 100 metrar blandað og Frans Johannesen í 400 metrar blandað.

 

Óli Mortensen og Alvi Hjelm eru úttiknir sum føroyingar til EM á stuttgeil 2017. Svimjing.com hevur gjørt hetta yvirlitið:

 

9. november 2017:

Magnus Jákupsson (1994, DEN) 53.63 og silvur í 100 blandað

Óli Mortensen (1996, FAR) 7:53.68 og gull í 800 frí

 

10. november 2017:

Frans Johannessen (1992, DEN) 4:14.41 og gull í 400 blandað

 

11. november 2017:

Magnus Jákupsson (1994, DEN) 52.77 og gull í 100 rygg

Óli Mortensen (1996, FAR) 15:12.12 og silvur í 1500 frí

 

12. november 2017:

Magnus Jákupsson (1994, DEN) 24.23 og gull í 50 rygg

Óli Mortensen (1996, FAR) 3:48.67 og gull í 400 frí