Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fer ómetaliga langt viðsíðuna av, tá hann í Norðlýsinum verður endurgivin fyri at siga, at Landsverk og arkitektar hava brúkt “útvið 5 av teimum 15 mió., sum ætlaðar vóru at renovera sjúkrahúsið við”.
Sum stjóri á Landsverki harmar tað meg, at ein leiðandi persónur á sjúkrahúsinum fer út við slíkum ósannindum, sum eru ómetaliga langt av leið.
Veruleikin er tann, at Landsverk hevur nýtt stívar 300.000 krónur til innanhýsis ráðgeving og leiðslu, meðan umleið 1,0 mió. krónur eru farnar til programmering og prosjektering, sum Arkitektar 99, PB Consult og Jóannes Petersen hava staðið fyri. Hinvegin eru farnar umleið 3,0 mió. krónur til handverkaraútreiðslur og harvið beinleiðis til umvælingar. Sostatt eru nýttar tilsamans 4,3 mió. krónur av játtanini á 15,0 mió. krónur.
Í sambandi við bygging sum heild er tann tummilfingraregla galdandi, at tað altíð fara umleið 10 prosent til projektering og byggistýring. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er hendan upphæddin umleið 1,3 mió. krónur, ið svarar til 8,7 prosent. Tað vil siga minni enn tað, sum vanligt er. Sostatt skuldi hendan misskiljingin, ið yvirlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi borðreiðir við, verið fingin av vegnum.