Yvirlýsing frá Giktafelag Føroya

Á limafundi hjá Giktafelag Føroya 23.11.2011 umrøddu fundarluttakararnir støðuna, sum er íkomin á giktaøkinum. 
Semja var um at heita á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag.
Víst verður til samgonguskjalið, har skrivað stendur, at ”bíðilistarnir til serviðgerð skulu minka.”
Verandi giktalækni hevur megnað at stytt bíðitíðina til giktaviðgerð frá einum ári til 2 mánaðir.
Hann er dugnaligur og væl lýddur, og tað er ynskiligt og rímiligt, at hann heldur fram í starvinum. 
Vit krevja, at giktalæknin fær arbeiðisró og sømilig kor at virka undir bæði viðvíkjandi sáttmála og arbeiðisviðurskiftum yvirhøvur.