Seinnapartin verður eitt lot til andøvsgul av vestri og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum fimm og átta stig.
Hósdagin verður eitt fleyr til gul av vestri, um kvøldið av ymsum ættum. Sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum seks og níggju stig.
Fríggjadagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, turt og sólglottar, men um kvøldið møguliga regn. Hitin millum sjey og tíggju stig.
Leygardagin verður frískur vindur av landnyrðingi og ælingur, sunnudagin lot av útnyrðingi, turt og sólglottar. Hitin millum sjey og ellivu stig.