Yvirhøvur turt í dag

Eitt lágtrýst, umleið 5 hPa, vestan fyri Bergen, fer í ein landsynning eystan. Í nátt fer breiðir eitt hátrýst seg, 1015 hPa, spakuliga inn yvir Føroyar av vestri. Kaldari luft við onkrum æli streymar inn yvir Føroyar av norðri.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, í hvirlunum upp í hvassan vind. Samdrigið og møguliga okkurt æl og hitin um 10 stig. Í kvøld makar hann vindin í lot til andøvsgul av norðri. Yvirhøvur turt og samdrigið og hitin millum 5 og 8 stig. Fyrrapartin í morgin verður í høvuðsheitum turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin millum 6 og 9 stig.