Indisku myndugleikarnir siga í morgun, at 101 fólk doyðu, og at 287 vórðu særd í yvirgangsatsóknunum í býnum Mumbai í gjárkvøldið Yvirgangsmenninir tóku fleiri vesturlendingar gíslar á tveimum hotellum í býnum, men løgreglan sigur, at tey eru latin leys.
Talan var um níggju atsóknir, sum vóru at kalla samstundis. Millum annað varð søkt at løgreglustøðini og fleiri av teimum betru hotellunum. Keldur siga, at yvirgangsmenninir vildu serliga hava fatur á amerikanarum og bretum, tá teir tóku gíslarnar.
Ein ókendur islamistiskur felagsskapur hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknunum í Mumbai.








