Yvirgangur í Nice – Yvir 70 fólk deyð

Yvirgangur hevur enn einaferð rakt ein franskan stórbý eftir, at ein persónur koyrdi ein lastbil inn í eina mannamúgvu í suðurfranska býnum Nice. Enn er óvist hvussu nógv fólk eru deyð í álopinum, men borgarstjórin upplýsir, at yvir 70 fólk eru deyð.


- Hetta er ringasta hending í søguni hjá Nice. Fleiri enn 70 fólk hava latið lív, segði Christian Estrosi, borgarstjóri, á Twitter.


Tað var meðan fólk vóru savnað at hyggja eftir fýrverkaríi í samband við Bastille-dagin, at ein lastbilur koyrdi inn í mannamúgvuna, ið var savnað á Promenade des Anglais. Franski ákærin, Jean-Michel Pretre, upplýsir, at lastbilurin koyrdi tveir kilometrar gjøgnum fólkamúgvuna áðrenn hann varð steðgaður. Álopið hendi um hálvgum ellivu tíðina lokala tíð.


Sebastien Humbert, løgregluleiðari í Nice, upplýsir fyri fronskum miðlum, at tað eydnaðist løgregluna at skjóta og drepa føraran av lastbilinum.


Enn er óvist hvat orsøkin var til álopi, men franskir miðlar skrivar, at almennar keldur lýsa hendingina sum eitt álop. Enn hevur eingin tikið ábyrgdina fyri álopið.


Franski forsetin Francois Hollande er í løtuni á veg til Paris, har stjórnin heldur kreppufund um seinasta álopið á Frakland. Talan er um størsta yvirgangsálop í Fraklandi síða 13. november 2015, tá yvirgangsmenn drupu 130 fólk í Paris.