Yvirgangur fíggjaður úr Danmark

Danska løgreglan hevur handtikið átta fólk ymsastaðni á Sjællandi og skuldset tey fyri at hava latið nógvar milliónir krónur til at fíggja yvirgangsvirksemi. Tey eru undir illgruna fyri at hava savnað og sent kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK pengar. ES hevur skrásett PKK sum yvirgangsfelagsskap.

TV2 sigur, at tey átta hava savnað millum 27 og 140 milliónir krónur tey seinastu trý árini og sent PKK pengarnar. Tann 5. februar í 2011 stovnaði PKK eitt sokallað tjóðarting í Danmark, Dansk Folkesamling, og sambært løgregluni hevur tingið staðið fyri innsavningini.

Kanningarnar hjá løgregluni vísa, at í árunum frá 2000 til 2012 vórðu 67 milliónir krónur savnaðar í Danmark, og at í sama tíðarbili fekk kurdiski arbeiðaraflokkurin 140 milliónir krónur frá PKK í Danmark.