Yvirgangur er meira sannlíkt enn tekniskt brek

Tað metir egyptiski ráðharrin í loftferðslumálum.

- Latið okkum ikki hoppa á tí síðuna, ið roynir at siga hetta er eitt tekniskt brek – tvørturímóti. Støðan peikar helst á – og eg sigi helst, tí eg ynski ikki at spekulera ella leggja upp til sum onnur – men um tú veruliga greinar støðuna, so eru sannlíkindini størri fyri eini aðrari støðu, ella einum yvirgangsálopi, enn sannlíkindini eru fyri einum tekniskum breki.


Tað segði Sherif Fathy, egyptiski ráðharri í loftferðslumálum á tíðindafundi fyri løtu síðani.


Ráðharri upplýsti eisini, at tað eru ongar ábendingar um, at nakað av ferðafólkunum umborð høvdu tilknýti til nakran yvirgangsfelagsskap.


Tað var í nátt, at eitt flogfar frá Egypt Air við 66 fólkum umborð hvarv av radaranum á veg úr París til Kairo.


Enn vita myndugleikarnir ikki hvat orsøkin er til, at flogfarið datt niður. Heldur ikki hevur tað eydnast at funnið flogfarið enn, men grikskir myndugleikar hava funnið bjargingarvestar og plastikkpettir, ið kunnu vera leivdir frá flogfarinum, í einum øki 230 míl sunnanfyri Kreta.


Vanlukkan í nátt er tað seinasta, ið ferðavinnan í landinum hevði tørv á. Talið av ferðafólkum byrjaði longu at dala í kjalarvørrinum av kollveltingini í 2011, og síðan tá hevur ein vanlukka fyri og onnur eftir rakt ferðavinnuna meint. So seint sum 31. oktober í fjør datt eitt russiskt ferðamannaflogfar við 224 ferðafólkum niður í Sinaihálvoynni, eftir at yvirgangsfólk høvdu smuglað eina bumbu umborð á flogfarið.