Rakhmat Akilov játtar seg sekan í at hava framt yvirgangsálopið í Stokkhólmi fríggjadagin.
39-ára gamli usbekin er í løtuni í grundlógaravhoyri í rættinum í Svøríki. Rættarmálið fer fram handan afturlatnar dyr, men Ekstrablaðið skrivar, at áðrenn dyrnar vóru latnar aftur, varð upplýst, at hann játtar seg sekan og at hann ynskir at blíva varðhaldsfongslaður.
Rakhmat Akilov hevur konu og fýra børn, arbeiðir í byggivinnuni og stuðlar annars víðgongda sunnimuslimska felagsskapinum IS.
Ekstrablaðið endurgevir svenskar miðlar, sum greiða frá, at maðurin, umvegis appuna WhatsApp, hevur samskift við ein úr Tadjikistan. Hann skal hava greitt honum frá, hvat hann hevur gjørt, hvussu hann koyrdi eftir Drotninggatan og at hann eisini ætlaði at gera eina bumbu, sum skuldi spreingjast í lastbilinum. Harumframt ætlaði yvirgangsmaðurin at seta eld á seg sjálvan.
Fýra fólk lótu lív í yvirgangsálopinm, tveir sviar, ein úr Belgia og ein breti. 14 onnur vórðu særd.