Løgreglan hevur rikið fólk út úr Nuuk Center, Sjálvstýrisbygninginum og Inartsisartut, eftir at hóttanir vóru settar fram móti hølunum hjá Sjálvstýrinum í sentrinum.
Hóttanin varð fráboðað fyri tveimum tímum síðani, men enn hevur løgreglan ikki sagt nakað meiri um, hvussu ítøkilig hóttanin er, ella hvørjum hon er framd móti.
Sambært KNR eru stríðsklæddir løgreglumenn møttir, vegirnir um staðið sperraðir og brandbilar til reiðar.
Bygningarnir vera stongdir restina av degnum, meðan løgreglan fer í gjøgnum bygningin, rúm fyri rúm.