»Yvir heiðar, gil og vøtn…«

Sunnudagin vitjaður 2600 fólk nýggja skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík. Høvið var, at nýggja listaverkið hjá Edwardi Fuglø varð sýnt alment fram – og annars kundu tey vitjandi eisini síggja nýggja skúlan, sum varð tikin í nýtslu fyri smæstu flokkarnar síðsta skúlaár.

Listaverkið, sum er ein myndrond við heitinum Yvir heiðar, gil og vøtn, fer um alla miðhøllina í nýggja skúlanum – og helst er hetta størsta listaverk í landinum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.


Sambært Høgna Joensen, skúlastjóra, so nýttu 2.600 fólk høvi at vitja skúlan.


Tá heitið á listaverkinum varð avdúkað fríggjadagin, helt Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs forvitnisliga talu, har hann greiddi frá hugsjónini handan listarlig prýði í kommunalum bygningum. Eisini las Jógvan Arge úr søguligum brævaskifti millum William Heinesen og Elinborg Lützen um samsýningina fyri tílík listarlig arbeiði fyri hálvari øld síðani.


Myndrondin er í ymsum litum og úr ymsum tilfari, sum til dømis gulli og øðrum metali, eins og bjørtum plasti og foliu. Til ber at eygleiða og uppliva myndrondina Yvir heiðar, gil og vøtn úr øllum sjónarhornum - niðri á gólvinum undir brúnni, ella uppi á brúnni í miðhøllini


Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum avdúkaði nýggja listaverkið á samkomu á skúlanum fríggjadagin.


Eftir at Bárður Johannesen hevði spælt klavertónleik, helt Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini talu um verkið og eisini onnur verk undan hesum í Tórshavnar kommunu.


Síðani greiddi Edward Fuglø, listamaður, frá um stóra og víðfevnda verkið.


Eftir at heitið varð avdúkað, bjóðaði Høgni Joensen, skúlastjóri til samkomu í rúmligu miðhøllini.

kelda: www.torshavn.fo