Yvir 700 íbúgvar í Eiðis kommunu

- Tað er kanska nakað nasadjarvt at siga at førdi politikkurin eigur allan heiðurin, men eg eri vísur í at politikkurin í kommununi hevur gjørt sítt til fólkavøksturin.


Tað skrivar Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis Kommunu, í tíðindaskrivi, nú fólkatalið í kommununi er farið upp um 700 íbúgvar aftur.


Fólkatalið toppaði í 2003, tá 723 fólk búðu í Eiðis kommunu, men næstu tíggju árini minkaði fólkatalið, og rakti botnin í 2012, tá 662 fólk búðu í kommununi.


Í 2013 kundi kommunan tó fegnast um ein lítlan vøkstur á fýra íbúgvum, og síðani tá hava pílarnir vent uppeftir, soleiðis at tað í dag búgva 702 fólk í kommununi.


- Tá talan er um fólkatal, vóru vit í einum djúpum aldudali tá sitandi bygdaráð tók við. Hetta bygdaráðið setti sær sum høvuðsmál, at Eiðis kommuna skal setast á Føroya kortið og at kommunan javnan skal skipa fyri trivnaðarfremjandi tiltøkum, og sigast má at taktikkurin saman við skattalækkingini hevur givið ávøkst, seinastu trý árini er fólkatalið nógv vaksið og allir pílar peika rættan veg, skrivar borgarstjórin.