Tað eru alsamt fleiri og fleiri kvinnur, sum venda sær til Kvinnuhúsið í Havn.
Tað staðfestir Elin Reinert Planck, dagligur leiðari fyri Kvinnuhúsið.
Hon sigur, at sum heild eru tað fleiri og fleiri kvinnur, sum venda sær til Kvinnuhúsið at fáa hjálp og vegleiðing.
Í fjør vóru tað heilar 601 kvinna, sum vendu sær til Kvinnuhúsið og tað eru nógv fleiri enn undanfarin ár.
Hjá nógvum teimum flestu kvinnunum, sum venda sær til Kvinnuhúsið, er harðskapur orsøkin.
Soleiðis var harðskapur orsøkin til, at 341 kvinnur vendur sær til Kvinnuhúsið í fjør, av teimum 601, sum tilsamans vóru í sambandi við húsið.
Yvirhøvur er harðskapur nógv vanligasta orsøkin til, at kvinnur leita sær hjálp í Kvinnuhúsinum.
Støðugt tal
Men er talið á teimum, sum venda sær til Kvinnuhúsið, nógv vaksið, er hinvegin talið á kvinnum, sum gista á kvinnuhúsinum, rættiliga støðugt.
Í miðal eru tað einar 15-16 kvinnur, sum gista í Kvinnuhúsinum um árið, okkurt árið nakrar fleiri og okkurt annað árið, heldur færri.
Spurningurin er so, hvussu tað skal tulkast, at talið er rættiliga javnt frá árið til ár.
Elin Reinert Planck heldur, at tað er ikki vist, at tað er eitt tekin um, at støðan ikki versnar.
- Veruleikin er, at fleiri og fleiri kvinnur verða sjálvbjargnar við egnari inntøku og sostatt er tað blivið lættari hjá teimum at sleppa úr einum harðligum parlagi og at útvega sær sín egna bústað.
- Tali á áheitanum, Kvinnuhúsið fær, er munandi vaksið og vísir, at vit hava samband við nógv fleiri kvinnur enn tær, sum gista í Kvinnuhúsinum.
At talið á teimum, sum søkja sær hjálp í Kvinnuhúsinum, uttan at enda sum gistandi í húsinum, er partvís nettupp eitt tekin um, at kvinnur eru meiri sjálvbjargnar nú.
- Hinvegin er tað so, at tað er ikki neyðugt hjá kvinnum at hava eitt blátt merki at vísa fram, fyri at kunna venda sær til Kvinnuhúsið.
- At fleiri venda sær til okkum, er eisini eitt úrslit av, at Kvinnuhúsið er farið at gera meiri burtur úr at skipa sjálvhjálparbólkar fyri kvinnur, sum eru raktar av harðskapi.
- Í hesum sjálvhjálparbólkum eru kvinnur, sum nýliga hava verið fyri harðskapi. Men talan er eisini um kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi fyri fleiri árum síðani, men sum ongantíð hava fingið arbeitt tað burtur av sær.
- Úrslitið av tí er, at vit fáa nógv fleiri áheitanir nú, enn árini frammanundan, tí tað er ikki neyðugt at hava ein akuttan trupulleika fyri at koma til okkara eftir hjálp.
Færri børn
Men eitt, leiðarin í Kvinnuhúsinum leggur merki til, er, at í fjør gistu munandi færri børn í Kvinnuhúsinum enn undanfarin ár.
Hon veit ikki rættiliga, hvat hon skal leggja í tað.
- Kanska er orsøkin tann, at yngri kvinnur eru skjótari at fara úr einum harðligum parlagi enn tær fyrr hava verið, sigur Elin Reinert Planck.
- Ein onnur orsøk kann verða, at kvinnurnar, sum hava gist í Kvinnuhúsinum eru so ungar, at tær ikki eiga børn, ella tær eru so tilkomnar, at børnini eru vaksin.
- Men tey allarflestu árini hava vit at kalla líka nógv børn gistandi, sum vit hava kvinnur.
Fjaldur harðskapur
Hinvegin heldur hon, at harðskapur ímóti yngri kvinnum er kanska eitt vandamál, sum er uppaftur meiri fjalt enn harðskapur ímóti tilkomnum kvinnum.
Í Føroyum eru heldur ongar kanningar á hesum øki, men í Danmark vísir tað seg, at harðskapur ímóti yngri kvinnum, ofta unnusta-harðskapur, er ein veksandi trupulleiki, samstundis sum harðskapur ímóti tilkomnum kvinnum er minkaður.
Elin Reinert Planck staðfestir, at av tí, at unnusta-harðskapur er so fjaldur, elvir tað til, at tær yngru kvinnurnar, sum eru fyri harðskapi, ikki fáa ta hjálp og tann stuðul, tær hava tørv á.
- Tað er eisini ein royndur lutur, at tær kvinnur, sum eru fyri harðskapi á ungum árum, hava størri lyndi til eisini at enda í einum harðligum parlagi, tá ið tær verða eldri.
- Klára vit at fyribyrgja unnusta-harðskapi, er betri útlit fyri at fyrbyrgja, at kvinnur eru fyri harðskapi seinni í lívinum og sostatt eru eisini betri útilit til at vit megna at geva enn fleiri børnum ein fjálgan og tryggan uppvøkstur.
Fáa ikki hjálpt
Hinvegin eru tað eisini øðrum kvinnur, sum Kvinnuhúsið ikki fær hjálp, ella sum tey einki vita um.
- Útgangsstøðið er, at allar kvinnur eru vælkomnar at venda sær til Kvinnuhúsið. Men vit eru ikki ein viðgerðarstovnur og tískili kunnu vit ikki taka ímóti kvinnum, sum eru bundin av rúsdrekka ella rúsevnum, ella kvinnum, sum havar sálarligar trupulleikar.
- Men tær eru vælkomnar aftur í Kvinnuhúsið, tá ið tær hava fingið neyðugu viðgerðina.
- Ein annar bólkur, vit heldur onki vita um, eru kvinnur, ið bera brek, tí vit vita onki um, í hvussu stóran mun, tær eru fyri harðskapi, sigur leiðarin í Kvinnuhúsinum.
LES EISINI GREININA: Fleiri biðja um hjálp
LES EISINI GREININA: Kvinnur gjalda fyri tað, sum menn fáa ókeypis
LES EISINI GREININA: Tað skal vera ólógligt at forfylgja fólki í Føroyum
LES EISINI GREININA Føroya til próvtøku í ST um rættindi hjá kvinnum