Yvir 50 milliónir minni inn í skatti

Landskassin hevur fingið nógv minni inn í skatti fyrstu 10 mánaðirnar í ár, enn hann fekk 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Taks.

Uppgerðin vísir, at higartil í ár hevur landskassin fingið 1.011.225.688 krónur inn í vanligum lønarskatti. Tað eru heilar 223.492.163 milliónir minni enn í fjør, tá ið landskassin fekk 1.234.717.851 krónur inn í skatti frá januar til oktober.

Tað er ein afturgongd upp á 18,10%.

Men tað, sum bjargar støðuni eitt sindur, er, at higartil í ár hevur landskassin eisini fingið 173.243.018 krónur inn í skatti av inngjaldi til pensjónir.

Men sostatt verður úrslitið, at tilsamans hevur landskassin fingið 50.249.145 krónur minni inn í skatti higartil í ár, aftur ímóti í fjør.

Hinvegin hava føroysku kommunurnar tilsamans fingið 30 milliónir krónur meira inn í skatti sammett við sama tíðarskeið í fjør.

Í prosentum er talan um ein samanlagdan vøkstur á 2,62 %.

Ímillum størru kommunurnar, ið hava fingið fleiri pengar í kommunukassan, eru Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Runavíkar kommuna, Sunda kommuna og Vága kommuna.