Yvir 30 Morris Minor við Norrönu

Sunnukvøldið 22. juli koma ikki minni enn 33 flottir gamlir bilar av slagnum Morris Minor við Norrönu.

Talan er um limir í Nordisk Morris Minor Klubb (NMMK), sum koma higar við Morris Minor í nógvum ymiskum útgávum.

Ferðaleiðari á túrinum er Ragnheiður Skipper, ið er dóttir Erik Petersen í Havn, sum í mong ár koyrdi við Morris Minor. Sonur hennara Thomas Skipper er limur í Nordisk Morris Minor Klubb og koyrir eisini við Morris Minor. Útferðir við bilunum verða gjørdar til t.d. Vestmanna, Norðureysturoy og í Norðoyggjar.

Nordisk Morris Minor Klubb hevur 588 limir úr Danmark, Norra og Svøríki umframt limir úr øðrum evropeiskum londum. Morris Minor vórðu gjørdir í ymiskum útgávum frá 1948 heilt til 1971.

Ferðalagið, tilsamans 67 fólk, verða í Føroyum til 29. juli. Í hesum sambandi verður ein Morris Minor framsýning hjá Reyni Service í Hoyvík fríggjadagin 27. juli frá kl. 14 til 17. Reyni Service seldi Morris og onnur ensk bilmerkir frá 1947 til 1980.