Yvir 30 bátapláss afturat í Havn

Mánakvøldið samtykti Havnarnevndin í Tórshavnar Kommunu at gera bátahylin á Argjum. Alt økið verður sett í stand, og tá arbeiðið er liðugt, verða um 30 ? 35 nýggj bátapláss

Havnarnevndin í Tórshavnar Kommunu samtykti mánakvøldið at fara í gongd við at gera bátahylin á Argjum. Hetta arbeiðið verður boðið út til almenna lisitatión fyrsta dagin.
? Vit meta, at støddin á økinum er væl egnað, og tí ber eisini til hjá teimum smærru entreprenørfeløgunum at bjóða upp á økið, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
Sum er, eru umleið 500 bátapláss í kommununi, harav 450 eru í Suðurstreymoy, tað verið seg á Argjum og í Havn.
? Tað vísir seg, at tað er gravgangur eftir at fáa bátapláss í kommununi. Eini 250 standa á bíðilista fyri at fáa bátapláss, men fleiri hava staðið har í so nógv ár, og tí kann ein siga, at reelli bíðilistin liggur um 100, sum framvegis bíða eftir at fáa bátapláss, sigur Jan Christiansen, sum er vissur í, at henda samtyktin fer at gleða nógvar bátaeigarar.

Um 4 mió. kr

Tórshavnar Kommuna hevur eina inntøku, sum eitur bátagjald. Hetta er gjaldið, sum bátaeigararnir gjalda fyri at hava bátin liggjandi til dømis niðri í Vágsbotni. Tað er ymiskt, hvussu nógv verður goldið fyri eitt slíkt pláss, men tað liggur ímillum 1500 og 3000 krónur um árið - alt eftir støddina á bátinum.
Bátagjøldini geva kommuni eina inntøku áljóðandi umleið 660.000 krónur árliga, men sigur Jan Christiansen, at hetta er ikki at meta sum ein stór inntøka. Hetta ger, at raksturin hvílir í sær sjálvum. Ein maður er eisini settur burturav til at røkja bátahylarnar.
? Tendensurin hevur verið, at bátarnir gerast størri og størri, og tí verður eisini verri og verri pláss, greiðir Jan Christiansen frá.
? Men arbeiðið verður boðið út nú ein av fyrstu døgunum, og ætlanin er, at hetta skal byrja fyrst í komandi árið.
Borgarstjórin vísir á, at íløguætlanin fyri komandi ár longu er samtykt ? hon var samtykt á seinasta býráðsfundi, og tað er ongantíð hent, at hon hevur verið so tíðliga liðug fyrr. Hetta ger, at longu nú ber til at gera forarbeiðið til íløgurnar næsta ár, so at í januar mánaða verður klárt at fara undir ymisk arbeiðið. Tað, ið kann gerast longu nú er, millum annað at bjóðað út og so víðari.
? Vanliga plagar slíkt arbeiði at draga út, og tí hava vit við vilja samtykt íløguætlanina so tíðliga í ár. Tí ber longu nú til hjá okkum at fara í holt við at projektera og bjóða út, sigur Jan Christiansen at enda.