Yvir 1500 føroyingar skulu rinda meiri í skatti

Teir hava fullan rætt til allar vælferðartænastur, men rinda bara ein brotpart av skattinum, aðrir føroyingar rinda

Allir føroyingarnir, sum arbeiða uttanlands, men búgva í Føroyum, mugu rinda meiri til føroyska samfelagið.

Tað sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

 

Løgtingið viðger fíggjarpolitikkin fyri næstu árini og í hesum sambandi staðfestir Bill Justinussen, at samgongan slepput ikki undan at taða skattaviðurskiftini hjá øllum føroyingum, sum arbeiða uttanlands, men sum búgva í Føroyum, upp til viðgerðar.

 

Hann sigur, at talan er um yvir 1500 føroyingar sum arbeiða uttanlands, samstundis sum familjurnar eru eftir í Føroyum og hava sama rætt til tær vælferðartænastur, hetta samfelagið hevur at bjóða.

 

- Á útreiðslusíðuni hava tey sama rætt til vælferðartænastur, sum øll onnur, men á inntøkusíðuni rinda tey ikki tann sama skattin, sum onnur gera.

 

- Tað er ein bygnaðarbroyting í okkara samfelagi, vit noyðast at taka upp, sigur talsmaðurin hjá Miðflokkinum.

 

Hann sigur, at hugskotið hjá løgmanni um at hesir uttanlands-føroyingarnir skulu rinda eitt ávíst limagjald til føroyska samfelagið, má takast fram aftur.

 

Hann vísir á, at í 2012 vóru tað 1563 føroyingar, sum arbeiddu uttanlands. Teir høvdu eina inntøku á 830 milliónir, men rindaðu bara góð átta prosent í skatti til føroyska samfelagið, ella 72 milliónir.

 

Hinvegin er skatturin í Føroyum 40 prosent, so av røttum áttu teir at havt rindað einar 330 milliónir í skatti. Sostatt rinda teir 258 milliónir krónur ov lítið í skatti við sama  fullai rætti sum øll onnur til allar vælferðartænastur, hetta samfelagið hevur at bjóða, sigur Bill Justinussen.