Ein maður í 60’unum verður løtuni persónskannaður. Samstundis er ákærurit skrivað, og seinni verður maðurin væntandi ákærdur fyri at hava barnapornografiskt tilfar á teldu síni og fyri at viðvirka til at spjaða slíkt tilfar.
Sosialurin skrivar í morgin, at eftir húsarannsókn fann ákæruvaldið fleiri enn 14.500 filmar og 6.400 myndir við barnapornografiskum tilfari hjá manninum. Húsarannsóknin varð gjørd, tí danska løgreglan undir kanningararbeiði í líknandi máli fann slóðir, ið leiddu til Føroya.
Meira kann lesast um málið í mikudagsútgávuni av Sosialinum, sum er í leysasølu í kvøld. Blaðið kann eisini lesast talgilt HER.