Yvir 1300 arbeiðsleys detta úr ALS

ALS Hesi næstu árini fer nógv fólk at detta úr ALS skipanini og eydnast tað ikki at útvega teimum arbeiði, fara tey undir Almannastovuna

Hesi næstu árini fara heili 1346 fólk at detta úr ALS skipanini.
Tað vísir ein framrokning, sum ALS hevur gjørt.
ALS hevur talt, hvussu nógv fólk eru farin úr skipanini síðani 2009 og síðani hava tey eisini mett um, hvussu nógv fara at detta úr skipanini hesi næstu árini til 2015.
Uppgerðin vísir, at í 2009-2011 duttu 166 fólk úr ALS.
Men vandi er fyri, at støðan verður nógv verri hesi næstu árini.
ALS metir nevniliga, at í ár fara 178 fólk at detta úr ALS. Samstundis fara heili 429 fólk at detta úr skipanini í 2013 og 580 fólk í 2014. Harafturat verður mett, at 159 fólk detta úr ALS í 2015.
Tilsamans eru tað sostatt 1.346 fólk, sum detta úr ALS hesi næstu árini til.
Tá ið ALS hevur gjørt støðuna upp, hava tey talt øll tey við, sum eru í skipanini.
Síðani hava tey hugt eftir, hvussu nógvar dagar, tey hava brúkt og nær tey so hava brúkt allar sínar 648 dagar.
Tí skal hetta avgjørt takast við fyrivarni, tí nógv kann henda, sum broytir støðuna.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, vísir á, at styttri ein er í ALS, størri er møguleikin fyri at fáa arbeiði.
- Tað vísa allar royndir, vit hava gjørt okkum. Royndirnar vísa eisini, at møguleikin fyri at fáa arbeiði, minkar rættiliga nógv eftir eitt ár í arbeiðsloysi, tað vísa tær royndir, vit hava.
Men so vísir tað seg, at tá ið tíðin nærkast, at fólk fara úr skipanini, tí tey hava brúkt allar sína dagar, leggja tey nógv meiri fyri at fáa arbeiði og ofta eydnast tað eisini.
- Royndirnar vísa, at nógv fáa arbeiði áðrenn tey brúka allar dagarnar, sigur Ernst Jacobsen.
Hann væntar eisini, at nøkur av hesum, sum nú standa fyri at fara úr skipanini, fáa arbeiði, áðrenn tey detta úr skipanini.

Nógv langtíðararbeiðsleys
Hinvegin vísir tøl hjá ALS somuleiðis, at tað eru eisini rættiliga nógv fólk, sum ganga arbeiðsleys leingi.
Uppgerðin vísir, at næstan tveir triðingar av teimum arbeiðsleysu, eru arbeiðsleys í meiri enn eitt hálvt ár og meiri enn ein triðingur er arbeiðseysur í meiri enn eitt ár.
Tey, sum eru arbeiðsleys í meiri enn seks mánaðir verða mett at vera langtíðararbeiðsleys.
Hinvegin eru tað bara 7%, sum ganga arbeiðsleys í styttri enn ein mánað.
Men tað kann staðfestast, at alt fleiri og fleiri eru langtíðararbeiðsleys og at talið er javnt vaksandi.
Í Januar í 2008 vóru tað útvið 40%, sum vóru langtíðararbeiðsleys, men nú eru tað altso 62%, ella heili 879 fólk.
Og í dag er talið á langtíðararbeiðsleysum tað størsta í hvussu so er hesi seinastu fýra árini.

Fá ung
Tað eru mest tey tilkomnu yvir 40 ár, sum eru langtíðararbeiðsleys, men tað eru eisini nøkur blaðung.
Men tey blaðungu eru ikki nógv í tali, tí tað eru bara 45 ung undir 20 ár, sum ganga fyri einki.
Kortini vísa tølini, at 248 ung undir 26 ár eru arbeiðsleys.
Hinvegin ivast stjórin heldur ikki í, at tað eru í hvussu so er nøkur ung, sum ikki eru í ALS, hóast tey í veruleikanum eru arbeiðsleys.
Talan kann vera um ung, sum búgva heima hjá foreldrunum og sum ongantíð hava arbeitt og sum sostatt onki grundarlag hava fyri at fáa útgjald og sum tískil heldur ikki eru í skipanini.
- Hóast hetta er eitt stórt tal, er tað framvegis so, at ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum er væl minni enn í øðrum londum rundan um okkum, staðfestir stjórin í ALS.
Tølini hjá ALS vísa, at heili 48% av teimum arbeiðsleysu gentunum undir 20 ár, hava verið arbeiðsleys í meiri enn seks mánaðir og í miðal hava tær longu brúkt 191 dagar í ALS.
Hinvegin hava 45% av arbeiðsleysu dreingjunum 20 ár, verið arbeiðsleysir í meiri enn seks mánaðir og teir hava brúkt 147 dagar í ALS í miðal.
Kortini vísir Ernst Jacobsen á, at tað hevur stóran týdning at seta kikaran á tey ungu, tí tey hava eitt langt lív fyri sær og skulu helst ikki ganga fyri einki ov leingi við vanda fyriat koma í ringar vanar.
Hinvegin hava tilkomnar kvinnur yvir 60 ár, verið í ALS í 500 dagar í miðal og arbeiðsleysu menninir hava brúkt 454 dagar í skipanini
ALS ger tó vart við, at summi av teimum langtíðararbeiðsleysu hava smávegis arbeiði inn ímillum.

Ongin munur á
Annars vísa tølini hjá ALS, er tað er at lítil og ongin munur á fólki við útbúgving og teimum, sum onga útbúgving hava.
Uppgerðin vísir, at
- Tað er rættiliga javnt, hvussu nógvar dagar,teir ymsu samfelagsbólkarnir eru í ALS, vísa tølini hjá skipanini.
- Tey, sum onga útbúgving hava, hava verið í ALS í 351 dagar í miðal og tey, sum hava hægstu útbúgving, ella kanditatútbúgving, hava verið í skipanini í 365 dagar í miðal og tølnii liggja har á leið, sama hvat útbúgvingarstigið er.
Kortini heldur Ernst Jacobsen, at tað eigur avgjørt at vera ein stórur fyrimunur at hava eina útbúgving, tí tað er lættari at fáa eitt arbeiði, har ein er yvirkvalifiseraður til, um tað so bara er fyribils, enn at fáa eitt arbeiði, ein ikki er skikkaður til.
Tí hevur ALS seinastu tíðina lagt sera stóran dent á at førleikamenna arbeiðsleys við tilboðum heilt frá skeið í lesing fyri orðblind, kvøldskúla og skúla annars til, skeiðum á tekniska skúla og undirvísing til at taka 9. og 10. Flokk, fyri at nevna nanað.
Samstundis hava vit havt fólk í starvsroynd í vakstrarhúsinum í Vágum og á skótadeplinum á Selatrað, har tey kunnu gera meiningsfult arbeiði, sum kortini ikki er í kapping við aðrar fyritøkur.
Talvan vísir, hvussu nógv fólk detta úr ALS í næstum. Tølini fyri 2009, 2010 og 2011 eru staðfest. Teir gráu stabbarnir fyri í ár, og næstu árini, eru metingar, men teir gulu stabbarnir eru nýggjar metingar, har ein partur av 2012 er staðfestur.