Yvir 100 føroyingar afturat á føroyskum kjøli

Í dag legst fimta skipið afturat frálandaflotanum hjá Team Beredskab í Tórshavn

Í dag er framkomna skipið til frálandavinnum Stril Merkur, komin undir føroyskt flagg.

 

Og sostatt hava 105 føroyingar afturat fingið starv á føroyskum kjøli, sigur skiparin, Leif Poulsen.

 

Talan er um Stril Merkur, sum Team Beredskab í Havn, umboðar.

 

Stril Merkur ið er bygdur í 2011, er 98 metrar langur og 19 breiður. Maskinorkan er 14487 kW - ella 19703 hestakreftir tilsamans, og sleipikraftin er 110 tons.

 

- Skipið er bygt í tøttum samstarvi við Statoil og er bygt eftir lrøvum hjá Statoil til sambært eitt fjøltáttað og sera framkomið skip við tí endamáli at veita munadygga trygd á oljuøkjunum í Norðsjónum. 

 

Farið fór beinleiðis av skipasmiðju í 10 ára sáttmála hjá Statoil, har møguleiki er fyri at leingja hann fimm ár afturat.

 

Stril Merkur er ógvuliga framkomin og er ført fyri at veita nógva, góða og skjóta hjálp, tá ið á stendur

 

Stril Merkur siglur 21 míl og hevur tvær vatnkanónir ið spræna 3600 kubikk um tíman. 

 

Samstundis hevur tað skjóttsiglandi bjargingarfar, sum siglur 32 míl og sum tekur 24 fólk.

 

Skipið hevur eisini tyrlupall og umstøður at hýsa 370 neyðstøddum. Tað er eisini útgjørt við einum fjarstýrdum kavbáti, ið kann røkja ymsar uppgávur á havbotninum.

 

Og er olja likin á sjógv, er skipið eisini sera væl gjørt út at basa oljudálking.

 

Sostatt er skipið ført at veita bæði skjóta og holla hjálp, sigur skiparin.

 

Skipið hevur verið væl mannað við føroyingum. Nakrir royndir norðmenn vórðu tó við, at byggja førleikamenna føroysku manningina at sigla hetta so framkomna farið, leggur skiparin aftrurat, og hetta síðsta árið hevur manningin øll verið føroysk.

 

Tað er norska frálandareiðaríið, Simon Møkster Shipping, í Stavanger, sum eigur Stril Merkur og hini fýra skipini, sum Team Beredskap umboðar.

 

Simon Møkster Shipping eigir tilsamans 23 frálandaskip og hevur fýra nýbygningar í gerð.