Ytri ringvegur

Sum er, fer ferðslan til og úr Havnini eftir Hvítanesvegnum gjøgnum Hoyvík.

Hans Biskopstø

valevni hjá Fólkaflokkinum



Orsakað av vaksandi fólkatalinum í høvuðsstaðnum og vaksandi ferðsluni sum heild fer trýstið á hetta vegastrekkið at vaksa komandi árini. Fyri í størri mun at leiða ferðsluna uttan um bygt øki, verður ein ytri ringvegur at gera av Sandvíkum gjøgnum Hoyvíkshagan til íbinding í ringvegin við Oyggjarvegin.

Hesin ringvegur varð projekteraður longu seinast í 80-unum. Vegalongdin er 3,9 km. Ætlanin var, at henda vegagerð skuldi fylgja Kollafjarðartunlinum, ið var liðugur og opnaður í 1992.

Men fíggjarkreppan gjørdi, at soleiðis kundi ikki verða.

Á løgtingsins langtíðar løguætlan sæst, at Uttari ringvegur í Tórshavn er normeraður at fáa 10 milliónir kr. um árið frá 2006 til 2009.

Sum trailaraferðslan veksur nú, er hetta alt ov leingi.

Málið eigur at verða tikið fram nú og vurderað av nýggjum, soleiðis at arbeiðið upp á Ytra ringvegin kann verða boðið út sum skjótast.

Fólkaflokkurin hevur sum mál at halda áfram við ringvegagerðini.