Yrkisleiðin hjá Ronaldo (seinni partur)

Í hesum partinum fylgja vit yrkisleiðini hjá Ronaldo frá HM í 2002 og fram til tíðindafundin í gjár. Ronaldo verður í 2002 á triðja sinni kosin til ?FIFA World Player of the Year.? Viðhaldsfólkini hjá Inter Milan, sum høvdu bíðað tolin, meðan Ronaldo var skaddur, fingu tó ikki gleði av HM-toppskjúttanum. Real Madrid var í ferð við at byggja sítt ?galacticos?, og næstur á listanum var Ronaldo.

 

Fyrstu trý árini gongur væl hjá Ronaldo at skjóta mál. Hann skorar 85 mál í 135 dystum. Millum tey 85 málini er eitt hattrick á Old Trafford móti Manchester United. Tá Ronaldo verður skiftur út stutt fyri leiklok, klappa viðhaldsfólkini á Old Trafford fyri Ronaldo. Her eru fimm brot, ið lýsa tíðina hjá honum í Real Madrid fram til HM 2006:

 

Real Madrid, 2003-2004.

 

Real Madrid, 2004-2005, fyrsti partur.

 

Real Madrid, 2004-2005, næsti partur.

 

Real Madrid, 2004-2005, triðji partur.

 

Real Madrid, 2005-2006.

 

Tá HM í 2006 er Ronaldo ikki í toppform longur. Í bólkaspælinum fara viðhaldsfólkini illa við honum, men venjarin heldur fast um at nýta Ronaldo. Í seinasta dystinum í bólkaspælinum skorar Ronaldo tvær ferðir móti Japan, og hann kemur sostatt upp á 14 mál samanlagt í HM-endaspølum. Tað er eins nógv sum Gerd Müller, ið hevur metið. Í 1/16 finaluni móti Ghana skorar Ronaldo aftur og gerst samanlagdur toppskjútti í HM-søguni við 15 málum. Samandráttur frá HM 2006 sæst HER.

 

Tað er týðiligt, at Ronaldo er ikki tann sami longur. Orkan og ferðin er ikki sum fyrr. Real Madrid hevur eisini keypt Ruud Van Nistelrooy frá Manchester United, og Ronaldo er fyri tað mesta á bonkinum. Samandráttur frá seinasta hálvaárinum í Real Madrid sæst HER.

 

Í januar 2007 skiftir Ronaldo aftur til italienskan fótbólt. Hesa ferð til grannarnar hjá sínum fyrrverandi felag, AC Milan. Tað fellur ikki í góða jørð hjá viðhaldsfólkunum hjá Inter Milan. Ronaldo spælir bara 20 dystir fyri AC Milan, áðrenn hann í 2008 aftur fær álvarsaman skaða í knæið. Hann skoraði 9 mál og samandráttur frá tíðini í AC Milan kann síggjast HER og HER

 

Í 2009 skrivar Ronaldo undir sáttmála við brasilska fótbóltsfelagið Corinthans. Ronaldo nærkast endanum av síni yrkisleið og avrikini eru langt frá teimum vit minnast frá Barcelona. Samandráttur frá 2009 kappingarárinum í Corinthans kann síggjast HER

 

Í gjár valdi Ronaldo so at taka avleiðingarnar, tí kroppurin hjá honum ikki orkar meir. ?Høvdið vil gjarna halda fram, men kroppurin megnar ikki at fylgja við,? segði hann á tíðindafundinum. Eftir góð 18 ár sum fótbóltsspælari er Ronaldo komin fram til, at tíðin er komin til at gevast.

 

Maðurin, ið hevur vunnið HM tvær ferðir, tríggjar ferðir kosin til ?FIFA World Player of the Year,? HM toppskjútti, tvær ferðir vinnari av La Liga, Copa America og UEFA Cup, tvær ferðir toppskjútti í La Liga, umframt vinnari av hópin av øðrum viðurslønum, hevur sagt fótbóltinum farvæl.

 

Samanlagt náddi Ronaldo at spæla 515 dystir og skoraði 352 mál.

 

Tað var ein rørdur Ronaldo, ið takkaði fyri seg sum fótbóltsspælarar í gjár.

 

Tíðindafundurin kann síggjast HER