Tað er ikki á hvørjum degi, at yrkingasavn til børn kemur út á føroyskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur á øðrum sinni í ár út yrkingasavn til børn, hesa ferð Loppugras, ið Sólrún Michelsen hevur skrivað. Hanni Bjartalíð hevur teknað. Í savninum eru tólv yrkingar. Fløga við løgum til átta yrkingar, sum Pauli Hansen hevur gjørt, fylgir við. Børn úr 3. B úr Eysturskúlanum syngja undir leiðslu av Joannu Johansen og Paula Hansen.
Sólrún Michelsen er ein royndur høvundur. Fyrst skrivaði hon endurminningar frá barnaárunum, Argjafessar og Útløgukattar. Síðani komu tvær spennandi og framúr væl skrivaðar fantasy bøkur. Hanni Bjartalíð, sum býr og arbeiðir sum listamaður í Finnlandi, hevur eitt nú myndprýtt bókina, Í Geyma, sum Dánjal Hoydal skrivaði.
Loppugras er 32 síður í litum, innbundin, við fløgu, og kostar 145 krónur. Bókin er væl egnað til tey 3 til 7 ára gomlu.










