Yrkingar skulu vera undirhaldandi

Yrkingar skulu vera naknar og kunna undirhalda uttan at lata seg í keisarans nýggju klæðir, heldur Ludvík Breckmann, ið júst hevur givið út sítt fyrsta yrkingasavn


Meniskju, ið ringja til Gud frá eini telefonboks, sum telgja sær gudar, tey kalla Hermann og dragast við kenslur, sum frysta til glerpípur. Yrkingarnar í nýggja savninum ”Sálarføði” hjá Ludvík Breckmann ferðast víða men sveima sjáldan hægri, enn veingirnar bera.


Ræðist ikki yrkingar

22 ára gamli havnamaðurin er nevniliga sannførdur um, at tað saktans ber til at yrkja um gerandslig evni og samstundis siga nakað av nýggjum. Sum til dømis, tá hann blæsir nýtt lív í deyðar metaforar í yrkingini ”Sukursøtt”


Eg las eina yrking

ið var so sukursøt

at hon brendi ein jaksil

og fekk meg at missa matarlystin


Sjálvur missir yrkjarin serliga ’matarlystin’ eftir yrkingum, tá tær verða vavdar inn í ov nógv klæði keisarans.

- Sjálvandi snýr skaldskapur seg um at siga nakað, tú ikki fært sagt eins væl á gerandismáli. Men fyri tað, nýtast yrkingar ikki at gerast so kryptiskar, at fólk ræðast tær, tí tær fáa tey at kenna seg býtt, sigur Ludvík Breckmann, sum onki hevur ímóti tí, um fólk halda hansara yrkingar vera stuttligar.

- Tvørturímóti. Tað fer onki av hvørki mær ella mínum yrkingum, um fólk halda tær vera lættar og undirhaldandi at lesa, sigur Ludvík Breckmann.

Hetta nýtist nevniliga ikki at merkja, at yrkingarnar onki hava uppá hjarta. Í savninum aftrar yrkjarin seg heldur ikki við at siga sína meining um alt frá dømandi prædikumonnum og kávalæti til materialismu og stressaði býarmenniskju.

Kortini er ”Sálarføði” ikki eitt savn, sum á nakran hátt roynir at prædika sannleikar fyri sínum lesara, leggur yrkjarin doyin á. Yrkingar eru júst tað – yrkingar, og tí kennir hann seg heldur ikki noyddan at standa til svars fyri hvørjum orði í teimum. 



Naknar yrkingar

- Tankin við hesum savninum er netupp at lata yrkingarnar standa púra naknar, so lesarin sjálvur kann spæla víðari við tær uttan at nakað annað órógvar, sigur yrkjarin og samanber við eitt nú sangtekstir.

Seinnu árini hevur Ludvík Breckmann nevniliga skrivað sangirnir hjá tónleikabólkinum ”Side Effect”, sum gav sína fyrstu fløgu út í fjør.

- Tónleikur kann sjálvsagt styrkja innihaldið í einum teksti, men vandi er altíð fyri, at tónleikurin fjalir út yvir ella órógvar onkursvegna. Eisini kanst tú betri súgva orðini til tín av eini hvítari blaðsíðu, enn av eini fløgu, hugleiðir yrkjarin, sum sjálvur eisini hevur stóra fragd av at lesa yrkingar hjá øðrum.

Millum teir, ið ofta geva honum íblástur, nevnir hann so ymiskar yrkjarar sum Janus Djurhuus, Charles Bukowski, Jóannes Nielsen og Dan Turell.

Jóannes og Dan Turell dámar honum millum annað væl, tí teir eru so lítið sjálvshátíðarligir. Hjá Janusi Djurhuus er tað serliga ógvusliga dramaið í yrkingunum, sum hugtekur, meðan Bukowski fær tað mest ørvitiskenda at bera til.

Men Ludvík Breckmann hevur ongar ambitiónir um, at gerast ein nýggj útgáva av sínum fyrimyndum.

- Tað, sum hevur størst týdning fyri meg sum yrkjara, er at eg kann skapa nakað, sum er egið, sum fyrst og fremst er mítt egna úttrykk og ikki líkist nøkrum øðrum. Eg bjóði mínar yrkingar fram, tí tær eru øðrvísi – og tað eru tær, tí tær eru mínar, slær ungi yrkjarin fast.



Úr savninum: 


"Logandi Shellstøðin"


Krøk teg til krossin

ella setur illimaður eld í teg

og tú fert at brenna í allar ævir

í hansara logandi Shellstøð

segði prædikumaðurin við barnið


Tú flýddi undan hansara rópum um dómadag

og plastikkgudar


Tú vendi Gudi bakið

og brendi tína einvegis billett til himmalin


-Merk heita kossin

tá tú krøkir teg til krossin! rópti hann


Tú skapti tína egnu religión

og telgdi tær annan Gud,

sum tú nevndi Hermann


Perman á tí svørtu bókini

fær teg enn at skelva


Hon minnir teg um tann harðmælta prædikaran

og Satans logandi Shellstøð


Úr savninum ”Sálarføði”