Knuggaðu seigan brekkuni mót
fatlaða byrðan teir tyngdu
um grønan svørð – millum gamalt grót
í brattlendi gøtan seg ringdi.
Á Skarði var sjáldsom berbakað sjón
so tungt mangt sporið teir stigu
traðkaðu treiskir í húðarskóm
alt meðan øldirnar liðu.
Hin gamli í kistu borin var
í tolni tey tárini feldu
og unga lívið í skundi um Skarð
í neyðini skýrt var í keldu.
Men onkuntíð lættføttur, fróður rann
um Skarðið ein langur hali
tá skyldfólk og kenningar tustu fram
til fróðarfundir í Dali.
Men tíðin broyttist og brátt hon bjóð
í Dalinum fækkaðum liði:
Teir gjørdu um fjallið nýggja slóð
til lívið í nýggjum siði.
Nú fjallið er fallið í fornan grið
bert ferføtt í brekkuni ganga
á gøtuni grasið grør í frið
í einsemi løtuna langa.
Enn ringir seg gøtan, men nú er hon svinn
av týdningi bara eitt eiti
nú bilarnir koyra í túnið inn
tey gøtuna toga til teiti.
Køge, oktobur 2006
Jógvan Steintún