"Youth Alive" við greiðum boðskapi

Sunnukvøldið, kl 20.45 í Ítróttarhøllini í Runavík, fingu vit sum áhoyrar á fyrsta sinni høvið at hoyra Avstralska ungdómsbólkin "Youth Alive" framføra sang og tónleik á sera høgum støði.

 

Tað er altíð spennandi at hoyra nakað nýtt, so hetta kvøldið var avgørt ikki nakað vónbrot í so máta.

Eini 700 - 800 fólk vóru samlað, tey flestu av teimum ung fólk, sum komu ymsa staðni frá bæði í landinum og innan samkomur.


"Youth Alive" bólkurin varð sera væl móttikin, har tey settu í gongd beinanvegin við blandaðum, heimagjørdum tilfari. Stílurin var blandaður við "skitnum" Rocki og Praise and Worship.

Tónleikurin var góður og væl hjálptur av forsangarum, sum sungu sera væl. Tað sum eg haldi verða eitt sindur spell var, at ein hoyrdi ikki orðini sum vórðu sungin. Um ð_ var ljóðgóskan ella eitthvørt annað skal eg ikki fara at loypa út í orð, tí var tað sera gott at tey høvdu skipað fyri at hava uppvørpu, soleiðis at fólkið kundi fylgja við í tí, ið sungið varð um. Innímillum kom ein dama upp á pallin, meðan sungið var, har hon líkasum stýrdi bólkinum og dugdi hon ógvuliga væl at fáa fólkið við sær.


Tað er onki at ivast í, at boðskapurin hjá teimum var sera einfaldur og greiður. "LIVIR TÚ FYRI JESUS ? ". Í hesi góðu atmosferuni tosaði Christin Kain til fólkið, og eftir at hon hevði tosað eina løtu, bað hon fólkið um at seta seg niður. Hon greiddi frá, at Gud vil brúka okkum øll í hansara tænastu. Christin var sum smágenta sjálv missnýtt í fleiri ár av ymsum monnum, men Gud vildi nakað annað, tí Gud umbroytti hennara lív og lærdi hana at fyrigeva. Í dag kann Gud brúka Christin í sínari tænastu, "Youth Alive" ferðast runt verðina í tænastu fyri Jesus í dag.

Christin tosaði í eini 40 min. men tað kendis bert sum ein løta.


Ja ella nei, var tað, sum Christin Kain var upptikin av. At geva Jesusi alt, var tað sum hevði týdning.

Bjóðað var til forbøn eftir hetta og tað vóru fleiri sum tóku av til frelsu og endurnýggjan.


Samanumtikið kann sigast, at tað kendist sum ein blanding av konsert og møti, ið vit upplivdu hetta kvøldið. At hesin sangstílur og framførsla annars er nakað, ið vit framyvir kunnu fáa bjóðað, er lítið at ivast í, tí hóast nýtt, so er kanska ikki so nógv "nýtt" vi_ gleðiboðskapinum um Jesus, tí tann gamla søgan er jú sum kunnugt altíð nýggj.


Fyrireikararnir skulu hava tøkk fyri eitt vælskipað kvøld.


Hans Fróði Hansen