Einkjan eftir John Lennon heiðrar manni sínum við einum friðartorni í Íslandi. 9. September fer Yoko Ono at tendra friðartornið í Íslandi, sum er ein føðingardagsgáva til avdeyða mann sín. Henda dagin hevði John Lennon blivið 67 ár.
Tornið skal lýsa frá 9. september til 8. december, sum er dagurin tá John Lennon varð skotin í 1980.
Umframt at lýsa, stendur ?Imagine Peace? á torninum á 24 málum.
Yoko Ono valgdi at seta tornið í Íslandi, tí hon heldur at Ísland er eitt øko-vinarligt land.
Til Associated Press sigur Yoko, at hetta tornið er størsta føðingardagsgáva, hon nakrantíð hevur givið John Lennon.