Yogalærarin: Kundarnir rópa varskó

Facebook er á tremur við fólki, sum eru ill og ørkymlað av, at indiski yogalærarin nú skal sendast av landinum.

Praveen Satthi, indiski yogalærarin, hevur nógvar trúfastar og nú ørkymlaðar kundar. Tað kann í øllum førum lesast burturúr Facebook síðani tíðindini bórust um, at hann seinast í dag skal fara úr Føroyum. 

350 kundar hevur Praveen Satthi í fyritøkuni Yoga&Vælvera, sum hann einsamallur starvast í. 

Støðan hjá indiska manninum hevur fingið mangar Facebook brúkarar upp á bakbeinini og út á sosiala miðilin at finnast at, at Føroyar nú ætlar at senda Praveen av landinum. 

 

 

- Sum giktasjúk havi eg fingið betri hjálp frá yogalæraranum, Praveen, enn eg havi fingið frá sjúkrahúsverkinum. Men tað er ikki einasta orsøkin til, at eg haldi, tað vera púra hol í høvdið, at Praveen noyðist at flyta úr Føroyum ímóti sínum vilja. Eg haldi meir grundleggjandi, at vit noyðast at hava opnar hurðar fyri teimum menniskjunum, sum vilja liva og virka í Føroyum. Vit hava ikki ráð (les: vit hava ikki mentanarligan kapitall nokk) til at missa íblásturin og alla ta vitanina, sum fylgir við fólki, tá tey koma langvegis frá til Føroyar at búgva, skrivar Birgith Lassen, journalistur í Kringvarpinum. 

 

 

Les eisini: Her er yogalærarin sum verður sendur av landinum í morgin

 

 

Allan Dalsgarð, pr-rágevi er samdur. 

- Tað er syrgiligt at uppliva, at føroysk ómegd enn einaferð kostar virðismiklum og hart arbeiðandi fólki eitt pláss í okkara samfelag. Hesaferð gongur tað út yvir okkara indiska Yoga-lærara, sum seinastu 3 árini einsamallur og miðvíst hevur bøtt um heilsustøðu, lívsgóðsku og sjálvsálit hjá fleiri hundrað føroyingum. Ein sannur “yvirlækni”, sum nú stendur næstur í røðini at verða sendur av landinum, tí føroysku myndugleikarnir eru totalt passivir og einki gera við støðuna - uttan fyrilit fyri, hvønn týdning persónurin, hevur fyri føroyska samfelagið. Og at senda dugnalig fólk í heimsflokki av landinum í eini tíð, har vit tosa um læknatrot og eitt heilsuverk, ið skríður í skræðuni, er púra burturvið. Vónandi vilja okkara politikarar og umboð á Fólkatingi nú traðka í karakter og vísa, at vit ikki ynskja at danskt bureaukrati og kynisma skal ganga út yvir okkara viðbrekna samfelag. Vit hava brúk fyri øllum kreftum, sum ynskja at liva og gera mun í Føroyum. Vit hava brúk fyri tykkara hjálp, skrivar Allan Dalsgarð og heiti á politikarar um at hjálpa indiska manninum. 

 

Umframt hesi bæði eru tey mong, sum skriva og spyrja, um tað ber til at savna undirskriftir inn fyri at bjarga uppihaldsloyvinum hjá Praveen, ella um politikarar skulu blandast upp í málið. Síðani tíðindini fyrstu ferð bórust í Kringvarpinum í gjárkvøldið hevur in.fo fingið fleiri áheitanir frá kundum hjá indiska manninum um, at taka málið upp, tí tey meta hesa støðuna er vanlukkuliga. Hvussu er og ikki, so er greitt, at indiski maðurin skal sendast av landinum seinast í dag. 

In.fo fylgir málinum.