Óynsktir umborð

? Vit koma í friðarørindum og vilja ikki hava svartklæddar geriljamenn umborð, sigur Paul Watson

Dia Midjord


Væl brynjað løgverjulið, ið eisini segði seg umboðað tollvaldið, ætlaði sær umborð á Ocean Warrior um tíggju tíðina í gjáramorgunin. Men hetta varð teimum noktað.

Sambært Paul Watson, umhvørvismanni og undangongumanni í felagsskapinum Sea Shepard, so er Ocean Warrior í altjóða sjógvi, og tá hava myndugleikarnir onga atgongd.


Er innanfyri

Vit liggja við skjóttgangandi bátinum Camillu hjá svarta skipinum við sjórænaraflaggi frammi í gron. Sambært skipara okkara, so eru vit góðar tríggjar fjórðingar innanfyri markið ella 7 fjórðingar í ein landssynning úr Borðuni.

Skamt í frá liggur skjóttgangandi báturin Silja úr Vestmanna. Har er ein riðil av løgverjumonnum umborð. Ein teirra er varakommiserurin Hendrik Rubeksen, men hann hevur ikki stórvegis viðmerkingar.

? Vit liggja bara og bíða eftir boðum, sigur politisturin og slær fast, at eingin hevur loyv at fara umborð á skipið fyrr enn tað er tollavgreitt.


Hvalaljóð

Umborð á Ocean Warrior er ein hópur av fólki. Fleiri síggjast við myndatólum, onkur hevur bandupptakara og nøkur upptøkutól eru eisini at síggja.

Frank Thrinkle, talsmaður í felagsskapinum Sea Shepard, og sjálvur ovastin Paul Watson eru teir, ið tosa við okkum. Hini umborð standa bergtikin og eygleiða tær báðar forkempurnar.

Vit spyrja hvussu teir noktaðu politinum at sleppa umborð.

? Á friðarligan hátt. Vit hava ongantíð skatt nakran persón í okkara atsóknum, sigur Frank Thrinkle.

Meðan prátað verður, hoyrast brádliga hvalaljóð. Eingin hvalur er nærhendis uttan tann, ið Paul Watson hevur fest á brúnna á skipinum. Vit leggja til merkis, at Ocean Warrior hevur eina sterkan hátalara, ið gevir frá sær hesi løgnu dýraljóðini.


Góða tíð

Ocean Warrior hevur sambært myndugleikunum ikki fráboðað, at hann er komin inn í føroyskt økið. Og hvar hann fer og nær hann fer, er ikki greitt enn.

? Vit hava tað gott í løtuni. Veðrið er gott, og vit hava ríkiligt av mati til øll umborð, sigur Paul Watson.

Á leið 50 fólk eru umborð. Helmingurin er fjølmiðlafólk úr eitt nú Kanada, Fraklandi, Hollandi, Týsklandi og Ungarn.

Hvat er so ætlan tykkara.

? Vit liggja bara og bíða. Okkara endamál við ferðini er at hjálpa grindahvalinum. Vit ætla at bera so í bandi, at grindahvalurin ótarnaður kann ferðast millum oyggjarnar, uttan at verða rikin á land og dripin, sigur Frank Thrinkle.