Ynskja gøtunøvn í Oyndarfirði

Á fundi í staðbundnu nevndini í Oyndarfirði í farnu viku vóru ymisk mál tikin fram.

Eitt av hesum var ætlanin at fáa sett gøtunøvn upp í bygdini, sum er ein partur av Runavíkar kommunu. 

Limirnir í nevndini, har borgarstjórin, Hans J. Lamhauge er formaður, heittu á býráðið um at fáa sett hesi skeltini upp í bygdini. 

Samstundis varð heitt á teknisku deildina um at kanna málið at gera ábøtur á bygdavegirnar.