Ynskja færri nevndarlimir

Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum skal støða takast til, um talið av nevndarlimum skal lækka.

Tá aðalfundur verður í Atlantic Petroleum 29. apríl, er nevndarval sum vant eitt av málunum, ið fundarfólkið skal taka støðu til.


Heldur óvanligt er tó, at mælt verður til, at talið av nevndarlimum lækkar úr fimm nevndarlimum til tríggjar nevndarlimir.


Í løtuni eru teir fimm nevndarlimir í felagnum David A. MacFarlane, Jan E. Evensen, Teitur Samuelsen, Jan Eiden Müller og Knud Hans Nørve.


Allir nevndarlimirnir standa fyri vali, og um aðalfundurin tekur undir við uppskotinum at minka um nevndina, so verður mælt til at velja David A. MacFarlane, Jan Eiden Müller og Knud Hans Nørve í nýggju trímannanevndina.