Ynskja eina betri heildarmynd

Hava avhoyrt fleiri vitnir, men leita enn eftir fleiri.

Í gjáramorgun sendi løgreglan út eina yvirlýsing eftir trimum persónum, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt harðskap móti einum persóni sunnumorgunin. Harumframt leitaði løgreglan eftir vitnum, ið møguliga høvdu sæð tilburðin.


Málið var heldur serligt, tí ofrið í tilburðinum, misti vitið og mintist ikki heilt hvat hendi. Eftirlýsingin hjá løgregluni virkaði tó, tí fleiri vitnir hava ringt til løgregluna, ið nú halda seg hava eina betri mynd av hendi.


- Sum støðan er nú, so hava vit eitt offur, ein gerningsmann og 3-4 vitnir til tilburðin. Men vit sóknast enn eftir fleiri vitnum, ið kunnu greiða frá hvat hendi, so vit kunna fáa eina betri heildarmynd av tilburðinum, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


Í fyrsti atløgu eftirlýsti løgreglan tríggjar persónar í samband við málið, men eftir avhoyringarnar metir løgreglan, at talan einans er um ein gerningsmann.


- Eftir at hava avhoyrt vitnir, so er ivasamt um talan var um fleiri gerningsmenn. Vit hava avhoyrt gerningsmannin, og so ein aftrat, ið fyrst var hildin at hava tikið lut í tilburðinum, men sum vísir seg einans at hava verið saman við gerningsmanninum tá tilburðurin hendi.