Ynskir tveir giktlæknar í Føroyum

Støðið á viðgerðini hjá giktsjúkum í Føroyum skal ikki lækka, hóast einasti serlæknin í reumatologi hevur sagt seg úr starvi.

Støðið á viðgerðini hjá giktsjúkum í Føroyum skal ikki lækka, hóast einasti serlæknin í reumatologi hevur sagt seg úr starvi. Hesum boðar Karsten Hansen frá í svari til Bjørt Samuelsen, tingkvinnu.

 

Bjørt Samuelsen setti landsstýrismanninum í heilsumálum nakrar spurningar um viðgerðina hjá giktsjúkum í Føroyum, nú einasti serlæknin í reumatologi hevur sagt seg úr starvi.

 

Í svarinum ger Karsten Hansen greitt, at arbeitt verður við loysnum, fyri at tryggja, at viðgerðin ikki verður verri hjá giktsjúkum. Hann sigur, at inntil nýggjur serlækni verður settur, fara skiftandi konsulentar at taka sær av viðgerðini.

 

Karsten Hansen boðar eisini frá, at hann, sambært "sjúkrahúsálitinum" frá 2007, vónar at seta tveir serlæknar í giktsjúkum í starv í Føroyum. Í sjúkrahúsálitinum verður komið til ta niðurstøðu, at tørvur er á tveimum serlæknum í reumatologi í Føroyum. Karsten Hansen sigur eisini, at tað hevur víst seg at vera lættari at fáa serlæknar at søkja størv í Føroyum, um ein ella fleiri serlæknar eru á økinum frammanundan. Tí vónar hann, at kunna seta tveir serlæknar í giktsjúkum í starv.

 

Í svarinum til Bjørt Samuelsen váttar Karsten Hansen eisini, at núverandi serlæknin í giktsjúkum, Pero Sore, ikki hevur givið nakra grundgeving fyri, hví hann hevur sagt seg úr starvi. Fundur verður millum partarnar í komandi viku.