Hvat er tað besta við, at tað er val?
- Valstemningurin og spenningurin. Men eg kann leggja afturat, tá ið eg eri í valstríði, so gleði eg meg eisini til, at tað er yvirstaðið, tí trýstið er sera stórt.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
- Tað er vónleyst at siga. Men eg rokni við, at tað skulu einar 400 ella 450 atkvøður til fyri at sleppa inn á Fólkaflokslistanum, so tað vóni eg at fáa.
Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin?
-Útlitini eru, at vit fáa seks tinglimir, men vit hava fyrr gjørt ein góðan endaspurt, so eg vóni, at vit náa tann sjeynda tinglimin.
Hvat etur tú valkvøldið?
- Í Danmark sær mann, at floksformenn sita og fáa sær at eta valdagin. Í Føroyum hava formenninir ikki stundir til tað – vit reka.
Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?
- Eg hevði føðingardag hósdagin, og tá hevði eg ikki stundir at halda hann, so valkvøldið bjóða vit smyrjibreyð, og so kann eg halda føðingardagin tá eisini. Og eg havi sagt við fólk, at eg ynski mær atkvøður í føðingardagsgávu.
Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið?
- Eg havi keypt mær nýggjan klædning.
Hevur tú verið hjá frisør?
- Eg klipti mær beint fyri jól.
Hvør er tað stuttligasta valevnið?
- Eg veit ikki, hvør er tann stuttligasti av øllum valevnunum, men eg eri ofta í kjaki við formenninar, og har haldi eg, at Kári Højgaard er stuttligur við síni sjálvsironi.
Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið?
- Eg rokni við, at eg brúki millum 20 og 30.000 krónur.
Hvør verður løgmaður eftir valið?
- Jóannes Eidesgaard heldur í fyrstu syftu fram sum løgmaður, men annars stendur tað nokk so opið. Eg rokni við, at vit byrja við samráðingum millum verandi samgonguflokkar, og so fáa vit at síggja, um tað røkkur á mál.