Við 11 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 85% av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini.
Stóri stuðulsdagurin í Østrøm byrjar klokkan 9.00 í morgin við afturálítandi sending úr Lindini. Kl.13.00 lata dyrnar í Østrøm upp fyri øllum, og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin, ið er gávukort uppá 25.000 kr., verður drigin kl. 23.00. Dagurin verður eisini merktur av, at kendu listamálararnir Kári Svensson, Edith Mørkøre, Eli Smith, Sámal Toftanes og Eyðun av Reyni hava latið málningar fyri at stuðla Lindini. Kl. 21.00 fer Bjørn á Heygum at selja hesar málningar á uppboðssølu niðri í Østrøm.
Undir myndini ber til at hoyra prátið, sum morgunsendingin hjá Rás2 hevði við dagliga leiðaran hjá Lindini, Tór Arna Samuelsen, og fíggjarleiðaran, Jaspur Johannesen, sum báðir vóna, at Lindin fær ein góðan og gevandi stuðulsdag, so dreymurin at senda kring alt landið kann gerast veruleiki skjótt










