Yngru Alzheimerspasientarnir detta niður ímillum

Alzheimerfelagið varpar nú ljós á støðuna hjá teimum yngru við demensi, tí tey eru dottin niðurímillum, síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, og tað verður gjørt í kvøld klokkan sjey við einum almennum pallborðsfundi á fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð í Havn.

 

- Trupulleikin er, at hesi ikki er nóg gomul til at verða roknað við millum tey eldru, og tí taka hvørki land ella kommunur ábyrgd av økinum, sigur Malan Mohr, fokvinna í Alzheimerfelagnum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Maluna Mohr greiða frá.

 

Við pallborðið í kvøld sita landsstýriskvinnurnar, Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg, og kommunalpolitikkararnir, Jóhan Christiansen og Bjørghild Djurhuus.

 

Harumframt fara Búi Dam og Aleksandur Samuelsen at greiða frá, hvussu teir hava upplivað, at ein av sínum nærmastu hevur fingið staðfest sjúkuna.