Ymiskt hvussu gistingarhúsini hava opið um jólini

Tað er ymiskt, hvussu ymsu gistingarhúsini í Føroyum raðfesta at hava opið um jólini. Hjá summum er ikki marknaður fyri tí, meðan onnur velja at hava opið alt árið runt. Vit hava spurt fleiri av føroysku gistingarhúsunum fyri at fáa eina føling av, hvussu ferðafólkastreymurin til Føroya sær út á jólum.

 

Hotel Hafnia hevur ongantíð havt opið jólaaftan og hava tað heldur ikki í ár. Hotel Havn hevur eisini stongt um jólini. Bæði gistingarhúsini hava opið um nýggjárið og hava fingið fleiri bókingar til tá.

 

Á Hotel Skálavík hava tey hvørki opið á jólum ella á nýggjárinum, og tað sama er galdandi á Hotel Klaksvík. Á Gjáargarði meta tey ikki, at marknaður er fyri sovandi gestum um veturin, og tí hava tey stongt allan desember og januar mánaða.

 

Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn eru sysktinahotell, og tey býta jólagestirnar ímillum sín. Hotel Føroyar hevur stongt um jólini, meðan Hotel Tórshavn hevur opið tá. Í ár kemur Hotel Tórshavn at hava átta fólk sovandi, og tað eru tvey fleiri enn í fjør. Um gestir vera verandi á hotellinum, so gera tey okkurt burturúr jólaaftan, og tað plagar at verða skipað fyri einum jóladøgurða. Meðan Hotel Tórshavn tekur sær av jólagestunum, fyrireikar mann seg í Hotel Føroyum til at taka ímóti gestum aftur 27. desember, tá Hotel Tórshavn steingir.

 

Á Hotel Havgrím hava tey valt at satsa uppá jólagestirnar og hava opið fyri sovandi gestum alt árið runt. Tey hava longu bókingar jólaaftan og tað eru bæði føroyskir og útlendskir gestir.

 

Hotel Bakkin í Vági hevur er onga bóking til jólaaftan enn, men um nakar gestur skuldi bókað seg inn, so verður opið. Hotel Runavík fer sum vant eisini at hava opið á jólum, og tað sama við Hotel Vágum, sum eisini longu hevur nakrar bókingar.