Samvit, Magnus B. Jørgensen, listaframsýning og áhugafelagið hjá KÍ verða evnini í seinnapartssendingini hjá Rás2. Fyrst í sendingini hjá Rás2 verður prát við Jóan Paula Jacobsen, formann í áhugafelagnum hjá KÍ, sum hevur aðalfund í kvøld. Jan Müller hevur prátað við Elina Heinesen, stjóra á Samvit, sum er og vitjar fyritøkur, kommunur og ferðamál í Norðoyggjum. Í seinna tímanum fara vit at práta við Jóanes S. Hansen, sum fer at lata upp listaframsýning í Leikalund fríggjadagin. Síðst í sendingini skulu vit hoyra eitt prát, sum Jan Müller hevur gjørt við Magnus Brahé Jørgensen, sóknarprest.