Yggdrasil spælir í Berlin í sambandi dystin

Í sambandi við dystin millum Føroyar og Týskland í dag, fer føroyski tónleikabólkurin Yggdrasil at spæla til eitt stórt føroyskt tiltak í Berlin. Berlinbúgvar fáa tá høvi at hoyra føroyskan tónleik og síggja landsdystin á stórskíggja

Føroyski tónleikabólkurin Yggdrasil hevur verið á konsertferð seinastu vikurnar. Fyrst gekk leiðin til USA, har bólkurin hevur spælt nakrar konsertir. Síðani er leiðin løgd til Týskland, har bólkurin hevur fingið framúr góð ummælir.
Landsdysturin millum Føroyar og Týskland, sum verður á Tórsvølli í dag, mikudagin 11. juni, er sjálvsagt eitt gøtt høvi hjá einum føroyskum bólki at gera vart við seg í Týsklandi. Og hví ikki samansjóða eina konsert og ein fótbóltsdyst í einum tiltaki?
Yggdrasil hevur eisini notið nakað av tí umrøðu og áhuga, sum fótbólturin kastar av sær. Í sambandi við dystin skal Yggdrasil spæla eina uttandura konsert, har pláss er fyri umleið 700 áhoyrarum. Tað er Kulturhaus Spandau í Berlin, sum skipar fyri tiltakinum.
Fyrst verður føroyski bólkurin at hoyra, og síðani verður dysturin vístur á stórskíggja. Um veðrið ikki er til vildar, verður tiltakið innandura ístaðin.
Í hálvleikinum verður ein filmur um Føroyar vístur. Talan er um filmin hjá
Herluf Sørensen, ið kallast "The Faroe Islands - a different experience". Samstundis verður hetta tiltakið eisini eitt átak fyri ferðavinnu í Føroyum. Eitt nú verður ymiskt tilfar um Føroyar sum ferðamannaland víst fram, og vónandi fara nakrir týskarar at leggja leiðina hendavegin.
Manningin í Yggdrasil til konsertina í Berlin er: Angelika Nielsen, sang, Kristan Blak, klaver, Brandur Jacobsen, trummur, Heðin Ziska Davidsen, gittar, og Mikael Blak, bass.

Góð ummælir
Yggdrasil hevur eisini havt aðrar konsertir í Týsklandi, og týsk bløð hava ummælt teirra framførslur. Blaðið Schwäbisches Tagblatt í suðutýska býnum Tübingen gav Yggdrasil sera gott ummæli eftir eina uttandura konsert síðsta hósdag, har umleið 150 áhoyrarar vóru til staðar.
Blaðið skrivar, at tónleikararnir megnaðu at lyfta tónleikin upp í eina hægri harmoniska eind, og áhoyrararnir vóru bergtiknir av hesum sermerkta tónleikinum.
Manningin á hesi konsertini var ikki tann sama, sum skal spæla í sambandi við dystin. Broytingin er, at Kári Sverrison (sang) og saxofonspælarin John Tchicai eisini vóru við, meðan Angelika Nielsen ikki var við tá.
Tað var Kristian Blak, sum saman við øðrum fyri tjúgu árum síðani stovnaði bólkin, og hann hevur havt skiftandi manning hesi mongu árini.