Yahya Hassan er varðhaldsfongslaður

Hann er skuldsettur fyri at hava skotið ein 17 ára gamlan drong í lærið og fótin

20 ára gamli yrkjarin, Yahya Hassan, sum eisini var uppstillaður til Fólkatingsvalið, varð í morgun varðhaldsfongslaður í fýra vikur, undir illgruna fyri at hava skotið ein 17 ára gamlan drong í lærið og fótin.

 

Málið gekk fyri afturlatnum hurðum, so danskir miðlar hoyrdi ikki hansara frágreiðing, men siga frá, at Yahya Hassan noktar seg sekan.

 

Sambært skuldsetingini hevur Yahya Hassan skotið fimm skot, har av tvey teirra raktu ein 17 ára gamlan drong í beinið. Hann er eisini skuldsettur fyri at bera vápn uttan loyvi.

 

Yahya Hassan kærdi avgerðina til Vestara Landsrætt.