Eitt tað mest spennandi eksperimentið á føroyska tónleikapallinum seinastu árini, er kórið hjá Sigrid Sivertsen, Xperiment. Og sjálvandi verður hetta nýskapandi kórið eisini við á ársins stóra konsertdegi niðri í Vágsbotni 29. juni.
Xpertiment hevur latið gamlar føroyskar klassikarar í nýggjan ham og serstakliga lagið Lívsmynd, sum Frændur upprunaliga spælir, hevur vakt stóran ans í Føroyum, eins og uttanlands. Hetta lagið hjá Xperiment er spælt áleið 50.000 ferðir á Youtube!
Umframt hetta lag hevur kórið eisini bergtikið við sínum spennandi tulkingum av løgum sum Maria hjá Kim Hansen, og Svarti Ravnur og Uttan Teg hjá Martini Joensen.
Áskoðararnir í Voxbotni fáa tí eina stóra tónlistarliga uppliving, tá ið Sigrid Sivertsen og kór hennara Xperiment trína á pallin.
Frammanundan koma Nik & Jay, Carpark North, Legends of Iron Maiden við Blaze Bayley og Paul Di Anno, Eivør, 200, Swangah Dangah, Voxbotn Allstars umframt fleiri onnur nøvn at spæla á stóra konsertdegnum, sum verður hildin fyri aðru ferð niðri í Vágsbotni leygardagin 29. juni.