Kinesiski forsetin, Xi Jinping, lýsir í dag støðuna í Ukraina sum órógvandi. Reuters vísir til kinesiskar ríkismiðlar sum siga, at forsetin hevur biðið um størst møguligt afturhald.
Xi Jinping hevur víst á, at raðfestingin nú má vera, at støðan í Ukraina ikki endar í ruðulleika.
Kinesiski forsetin hevur snakkað við franska forsetan, Emmanuel Macron og týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz. Her hevur Xi Jinping borið upp á mál, at hesi trý londini áttu at lagt størri dent á at stuðlað friðarsamrøðunum millum Russland og Ukraina.
Kina hevur annars verið rættiliga afturhaldandi við at gera viðmerkingar um russisku innrásina og kríggið í Ukraina.
Tá ST herfyri atkvøddi um eina samtykt, sum skuldi fordøma Russlandi fyri innrásina og sum kravdi, at russiskar herdeildir taka seg úr aftur Ukraina, valdi Kina sum eitt av 35 londum ikki at atkvøða.
Áðrenn Russland leyp á Ukraina, var russiski forsetin, Vladimir Putin í Kina og hitti Xi Jinping. Á vitjanini skrivaðu partarnir undir fleiri stórar handilsavtalur um eitt nú gass og olju, veit Reuters at siga.
##med2##