Xavier fekk 18 mánaða leikbann

UEFA hevur gjørt av, at Middlesbrough leikarin Abel Xavier skal hava leikbann í 18 mánaðir fyri at hava nýtt ólóglig stimbrandi evni
Dopingroynd varð tikin av Xavier eftir UEFA Cup dystin ímóti griska liðnum Xanthi tann 29. september, og hon vísti, at hann hevði brúkt dianabol, ið kemur undir heitið anabolskar steroidir.
- Spælarin er funnin sekur í at hava brotið lógina um doping. Tí hevur UEFA givið honum 18 mánaðir leikbann, sigur UEFA í einum tíðindaskrivi.
Xavier er fyrsti leikarin í Premier League, sum hevur fingið leikbann orsakað av nýtslu av ólógligum stimbrandi evnum. Aðrir leikarar hava fingið leikbann vegna narkotika nýtslu.
Xavier hevur freist til í dag at kæra dómin, og hann hevur sjálvur noktað seg sekan.