X-Rays aftur í róðrarneystinum

Gamli dansibólkurin X- Rays plagar at savna nógv fólk, tá ið teir spæla Aftur í ár fara X-Rays at spæla til nýggjárdansin í róðraneystinum á Argjum.

Hetta er eitt tiltak,s um plagar at draga nógv fólk til sín, bæði úr høvuðsstaðnum, men eisini av bygd.

X-Rays er en av veteranunum í føroyskum tónleikalívi, tí teir hava spælt saman síðani 1966 og hava sostatt góð 40 ár á baki.

Tei eru kendir fyri at spæla dansivinarligan tónleik, sum spennir heilt frá sekstiárunum fram til dagin í dag.

Kortini er manningin í bólkinum nakað broytt, síðani hann bleiv stovnaður og í dag er X- Rays mannað Hans Edvard Hansen, Ova Mortensen, Eyðálvi Gulklett, Eyðuni Johansen og Jóanes Erik Køttlum.